Soleiðis sigur Mikkjal Thomassen í viðtalu við Norðlýsið nú bert eitt døgn er til týdningarmikla dystin á Svangaskarði móti litaviska liðnum FK Riteriai
KÍ stendur á gáttini at spæla seg víðari til 3. umfar í Evropa League. Fyrst vann KÍ í 1. umfari móti Tre Fiori úr San Marino og seinasta hóskvøld fekk KÍ eitt gott útgangsstøði í Litava, tá teir leiktu javnt 1-1 móti FK Riteriai í øðrum umfari av Evropa League.
Mikkjal Thomassen er, sum verða man spentur til uppgávuna á annaðkvøld og sigur við Norðlýsið at fyrireikingarnar hava allar gingið væl.
– Vit hava fyrireika okkum sera væl og allir mans eru klárir til uppgávuna. Vit hava gjørt okkara og eg vil heita á allar áskoðarar og KÍ vinir um at møta til dystin í annaðkvøld, at stuðla okkara monnum. Eg eri sannførdur um at áskoðararnir kunnu gera teirra og lyfta okkara leikarar tað seinasta strekki, sigur Mikkjal.
– Tað hevði verið best um allir áskoðararnir hjá KÍ savnaðust um miðjan vøllin yvirav B68 húsinum. Um allir KÍ fjeppararnir sita saman, so følist stuðulin enn betur inni á vøllinum hjá leikarunum, sigur Mikkjal við Norðlýsið.
Dysturin byrjar kl. 18.00 og atgongumerkir kunnu fáast á www.atgongumerki.fo ella við dyrnar, so leingi nøkur eru eftir.


