Astrid hevur arbeitt í samfull 40 ár í Føroya Keypssamtøku og hevur nú valt at gevast.
Tað var ein heilt serligur dagur í FK í dag. Astrid Svøðstein, ið hevur arbeitt har í 40 ár gavst í dag. Heilt nógv fólk komu á gátt at ynskja henni blíðan byr framyvir og takka henni fyri hennara blíðsemi og góðu tænastu hesi seinastu 40 árini.
FK skipaði fyri eini løtu í dag frá kl. 14 til 16. Hallur Joensen spældi nøkur løg og Jan Gardar leiðari í FK í Norðoyggjum helt røðu. Starvsfólkini høvdu eisini yrkt ein sang til høvið.
Okkara myndamaður var og vitjaði, hann fekk nakrar myndir.

































