Eftir at KÍ megnaði ein javnleik við Djúpumýri ímóti ungarska meistaranum Ferencvaros, er stórur spenningur um útidystin í Budapest.
Dysturin verður spældur á Groupama Arena, ið tekur áleið 20.000 áskoðarar, kl. 18.00 lokalatíð mikukvøldi tann 19 juli.
Tann Ungarnski høvuðsstaðurin Budapest er ein sera spennandi og hugnaligur býur at vitja. Í komandi viku ber so til at blanda eina ferð til býin við ein Champions League dyst hjá KÍ. Les meira um býin á www.budapestinfo.hu
Tey sum ynskja atgongumerki til dystin skulu seta seg í samband við Róa Clementsen við telduposti á roi@ki.fo.
Tað verður ikki gjørdur ein felagstúrur til dystin, men tað er upp til hvønn einstakan hvussu ein ynskir at ferðast. Hjá Fonn Flog eru tey tøk at gera eina ferð eftir tykkara ynskjum og tað vera tey eisini yvir vikuskifti.
KÍ skipar fyri upphitin áðrenn dystin mikukvøldi har vit samla allar fjepparar ið eru komin til Budapest at stuðla okkara liðið.




