Tilsamans 423 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Og nú er tíðin komin, at Ársins Mál 2019, skorað í Betri Deildini hjá monnum, skal kjósast.
Átta mál eru tilnevnd, og nú er so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør gjørdi besta málið.
Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her: Atkvøðugreiðsla / Ársins mál 2019
Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ”Serfrøðingunum”, tað eru umboð fyri fjølmiðlarnar og landsliðsvenjarar, telja hini 50 prosentini.
Vinnarin verður kunngjørdur við ársenda..
Tilnevndu málini kunnu eisini síggjast niðanfyri.




