Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Atlantic Airways ein av høvuðsstuðlunum til Oyggjaleikirnar

Tíðindaskriv

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, og Elin H. Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, skrivaðu í dag undir sáttmála ið ger Atlantic Airways til ein av høvuðsstuðlunum av Oyggjaleikunum í summar.

Atlantic Airways skrivar soleiðis í fráboðan:

Vit eru sera errin av aftur hesa ferð at vera ein av høvuðsstuðlunum til oyggjaleikirnar og av at kunna flúgva føroysku íðkararnar beinleiðis til Gibraltar í summar.

“Vit eru sera fegin um at kunna gera okkara fyri at stuðla føroysku luttøkuni á Gibraltar. Føroysku íðkararnir hava nógvu seinastu árini staðið seg sera væl á leikunum, og yvirhøvur eru bæði luttøka og góðu úrslitini við til at seta Føroyar á heimskortið,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Oyggjaleikirnir verða 6. – 12. juli í ár.

Á myndini eru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasamband Føroya, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.