Beinleiðis flogferð úr Føroyum til seinna dystin í uppgerðini millum KÍ og Molde
Tá KÍ skal til Molde at spæla seinna dystin í triðja umfari í Champions League, verður skipað fyri beinleiðis flogferð úr Føroyum til Molde í Noreg.
Dysturin verður týskvøldið 15. august.
Fonn Flog skipar fyri bólkatúri í hesum sambandi. Meira kunning kemur seinni.
Atgongumerkini til heimadystin í komandi viku, verða sett til sølu online í morgin. Meira kunning kemur í morgin áðrenn sølan verður skotin í gongd.




