Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways skipar fyri navnakapping

Helgi Abrahamsen

Um ársskiftið kemur nýggja Airbus320 flogfarið hjá Atlantic Airways til landið, og í tí sambandinum ynskir Atlantic Airways at nýta høvið til at navngeva flotan.

Um ársskiftið kemur nýggja Airbus320 flogfarið hjá Atlantic Airways til landið, og tá hevur Atlantic Airways trý Airbus flogfør og tvær Agusta Westland tyrlur.

Í tí sambandinum ynskir Atlantic Airways at nýta høvið til at navngeva flotan, og øll kunnu senda uppskot inn.

Treytin fyri at luttaka er, at tú sendir uppskot inn til øll trý flogførini og báðar tyrlurnar. Talan er sostatt um fimm nøvn.

– Nøvnini skulu standa seg væl einsamøll, men eisini sum ein heild.

– Nøvnini skulu endurspegla føroyskan samleika.

– Nøvnini kunnu hava søguligan týdning.

“Send uppskot títt inn saman við eini stuttari frágreiðing um, hví tú hevur valt júst hesi nøvnini, og skriva í mesta lagi 1 A4 síðu,” sigur Atlantic Airways.

Uppskotini skulu sendast til navn@atlantic.fo í seinasta lagi kl. 12.00 12/12-2016. Ein dómsnevnd tekur síðani støðu til, hvørji nøvn hóska seg best til flotan hjá Atlantic Airways.

Vinningurin er tveir ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways umframt 5.000 krónur.

Atlantic Airways tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn.