Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Fair 2017 næstan fulltekna

John William Joensen

Altjóða vinnustevnan, Atlantic Fair, sum verður í Klaksvík, í døgunum 9. – 11. mai 2017, er longu um at verða fulltekna. Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fair, sigur at einans umleið 90% av framsýningarøkinum er longu umbiðið.

Aftur í ár hevur Atlantic Fair fingið sera góða undirtøku í vinnuni og millum framsýnarar. Í 2015 vóru 170 framsýnarar á 80 básum, og talið verður nakað tað sama í ár. Stórt tal av altjóða framsýnarum verða við á vinnustevnuni og eitt nú kunnu vit nevna at framsýnarar koma úr Suðuramerikanska landinum, Peru, til vinnustevnuna í Klaksvík.

Umframt framsýningar, verða eisini fyrilestrar á skránni har evni í ár verður føroyska altjóða skipaskrásetingin, sigur Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fair.

LES meira um Atlantic Fair her