Borgarstjórin, Karl H. Johansen og Áki í Skemmuni skrivaðu undir nýggjan samarbeiðissáttmála beint áðrenn dyrnar til Fish Fair 2024 vórðu lætnar aftur.
Um framsýningina í ár sigur Áki í Skemmuni, at tiltakið var eitt sindur merkt av at arbeiðarafeløgini lýstu arbeiðssteðg beint áðrenn tiltakið skuldi fara av barkastokki. Afturat tí, fingu vit nakrar avlýsingar úr Noregi, orsakað av at teir har vóru bangnir fyri streyku eisini í Bergen.
Tó komu vit so mikið væl ígjøgnum tað í ár, at vit nú hava skrivað undir sáttmála við borgarstjóran í Klaksvík, Karl H. Johansen um framhaldandi samstarv í 2026. Atlantic Fair er sett at lata upp í Klaksvík í døgunum 19 til 21 mai 2026.















