Í morgin kl. 10 lata dyrnar upp til Atlantic Fair 2019 har vinnan og ein breið vifta av tænastuveitarum vísa tað besta og tað nýggjasta sum er at fáa á marknaðinum.
Atlantic Fair er ikki einans fyri fólk í vinnuni, men vendir sær eisini til almenningin. Tað er altíð ein góð uppliving at vitjað messuna har blíðskapurin er óførur tá framsýnarar kappast um at bjóða fólki eitthvørt tá vitjað verður á básunum. Sosiala samveran telur eisini nógv hjá teimum vitjandi. Men fyrst og fremst er tað sera áhugavert hjá øllum at upplivað, síggja og kenna nýggjastu tøknina sum framsýnarar úr stórum parti av heiminum sýna fram. Harafturat letur Hotel Hafnia upp Cafe í Skálanum, teir tríggjar dagarnar messan er.
So skal ein síggja, uppliva og frætta tað nýggjasta komandi dagarnar, so er Atlantic Fair 2019 í Klaksvík staði har øll hittast fram til hósdagin kl. 17 tá dyrnar lata aftur.
Les meira um messuna á www.fair.fo




