Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Atlantic Fair verður eisini í Klaksvík í 2021

John William Joensen

Nógv fólk hevur vitjað á Atlantic Fair í dag, og hóast messan ikki endar fyrr enn í morgin, hevur stjórin á Atlantic Fair, Áki í Skemmuni og borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, undirskrivað samstarvsavtalu, sum tryggjar at Atlantic Fair verður eisini í Klaksvík 2021.

Seinri verður videosamrøða við borgarstjóran og stjóran í Atlantic Fair at síggja á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Atlantic Fair er opið til klokkan 17 í dag og letur upp aftur fyri seinastu ferð í morgin, hósdagin, klokkan 10 og framsýningin endar kl. 16 hósdagin.