Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator 1450 tons í lastini

Oliver Joensen

Tað hevur gingið stak væl hjá Atlantic Navigator hendan túrin, men í kvøld er veðrið hjá teimum einki serligt.

Gongur sum higartil hevur gingið, so verður Atlantic Navigator helst aftur á Klaksvík í komandi viku við fullari last.
Tey hava fingið 1100 tons av surimi og 340 tons av mjøli niður í lastina, og hóast tey hava halað í kvøld og rokna við at liggja bakk í nátt orsakað av vánaligum veðrið, so eru útlitini betur fyri fríggjadegnum og leygardegnum.
Besta fiskaríið er um næturnar, so tað er eitt sindur harmuligt ikki at fáa roynt í nátt, siga tey umborð á Atlantic Navigator.
Tey fóru av Klaksvík 31. januar, so líkt er til at hetta aftur verður ein rekordtúrur hjá skipinum um alt gongst væl.
Manningin letur annars heilsa heima og siga at tey hava tað øll gott.