Teir hava gjørt ein góðan túr hendan túrin. Umleið 2200 tons hava teir fingið niður í lastina av surimi og mjøli´.
Í kvøld liggur Atlantic Navigator í Kalsoyarfirði ímeðan manningin stríðist við at vaska og gera reint. Teir vænta at vera inni ímorgin einaferð tá arbeiðið er liðugt.
Túrurin hevur verið avbera góður. Tilsamans hevur túrurin vart í einar 5-6 vikur. Atlantic Navigator fór av Klaksvík 16. november, men kom skjótt innaftur og legði 300 tons av surimi upp og nakað av mjøli. Síðani hava teir hildið áfram á sama túri og hava nú 1400 tons av surimi í lastini og góð 300 tons av mjøli, soleiðis at samanlagt hava teir fingið um 2200 tons hendan túrin.
Roknast kann við, at manningarparturin verður væl omanfyri 50.000 krónur hendan túrin. Hetta kemur helst væl við hjá reiðarínum eisini, tí skipið lá leingið á Klaksvík fyri fiskaloysi frammanundan hesum túrinum, og tað man helst kosta reiðarínum pening eisini.
Ætlanin er at landa veiðuna 2. januar.
Vit fara at ynskja manningini væl afturkomnari av "roktúrinum".




