Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlas í jólabýnum

Tíðindaskriv

Tunnilsdagin, leygardagin 13. desember kl 15:00 fer Birgir Kruse, ritstjóri í Námi, at leggja fram nýggja atlasið, Atlas til heim og skúla, í Spaniastovu, sum er partur av tiltakinum Jól í Klaksvíkini. Samstundis fáast atlasið og veggjakort til keyps í bókahandlinum Leikalund.

Tunnilsdagin, leygardagin 13. desember kl 15:00 fer Birgir Kruse, ritstjóri í Námi, at leggja fram nýggja atlasið, Atlas til heim og skúla, í Spaniastovu, sum er partur av tiltakinum Jól í Klaksvíkini. Samstundis fáast atlasið og veggjakort til keyps í bókahandlinum Leikalund.

Við hesi bók hevur tað í hálvt fjórða ár eydnast 47 fólkum at festa fleiri enn 18.800 leitorð úr øllum heiminum á 248 blaðsíður. Nýggja atlasið hjá Námi er eftir tveimum vikum blivin ein metsølubók. Útvið 1200 eintøk eru longu seld.

Tjúgu ár síðani Heimsatlas

Tá fyrsta føroyska atlasið, Heimsatlas (1993), hevði tjúgu ár á baki, fór Nám at kanna møguleikarnar fyri at gera nýtt og størri atlas til skúlabrúks. Eftir at hava tingast við atlasforløgini Liber í Svøríki, Diercke í Týsklandi og Philip’s í Bretlandi, eydnaðist Námi at fáa sáttmála við altjóða forlagið HarperCollins, sum síðani 1895 hevur gjørt Times Atlas of the World.

Tveir ritstjórar

Nám fekk Erlu Olsen at týða ensku útgávuna Collins Student World Atlas til føroyskt. Tá týðingin var liðug, og nýggjur føroyskur kapittul varð gjørdur, fekk skotska Vaila Donnachie uppgávuna at ritstjórna atlasið saman við Birgi Kruse í Námi. Teir báðir ritstjórarnir høvdu nógv fólk afturat sær. Skotsku megin vóru 8 fólk og føroysku megin 39 fólk umframt stovnar, ráð og fyritøkur.

Fyrstu ferð á føroyskum

Atlas til heim og skúla er mest áhugaverda verkætlan eg nakrantíð havi arbeitt við, og sama siga mínir starvsfelagar, sigur Vaila Donnachie úr Glasgow. Í flestu týðingum er onkur í toyminum, sum dugir málið, men í hesum føri var føroyskt fremmant hjá øllum. Vit vórðu hugtikin at síggja okkara kort, talvur og evni umsett til eitt mál, vit ikki høvdu sæð áður.

Passaði sum fótur í hosu

– Tað er altíð spennandi at arbeiða við ætlanum, sum til innihalds eru sjáldsamar og einastandandi, og Atlas til heim og skúla er ein av hesum. Tað var ein spennandi dagur, tá nýggju kortini úr okkara egna talgilda savni fyrstu ferð sóust saman við teim neyvu topografisku kortunum úr Føroyum og øllum evniskortunum, sum føroyska toymið hevði gjørt til bókina. Tað er gott at síggja, hvussu hvør partur nú passar saman sum fótur í hosu, siga øll úr atlastoyminum hjá HarperCollins.

Týðingin er avbjóðingin

– Avbjóðingin fyri báðar partar hevur verið sjálv týðingin. Tað er ikki fyrr enn tú kemur djúpt niður í eitt atlas, at tú gerst varug við, hvussu nógv nøvn eru á kortunum, og risastóru uppgávuna at umseta og kanna hvørt einstakt, so tú ert viss í at einki er gloymt. Eftir trý og eitt hálvt ár í gerð og fleiri enn 18.800 leitorð má sannast, at Atlas til heim og skúla vissuliga var ein avbjóðing, sum tó eisini var áhugaverd og gevandi, sigur Vaila, sum á myndini situr við lidna atlasinum. Aftanfyri hana standa Kathryn Kelly, Anne Mahon, Keith Moore, David Mumford og Selvaraj Rajendran, ið saman við Donald Ralston, Amanda Sim og stóra føroyska toyminum hjá Námi gjørdu atlasið liðugt.

Harleywoodpaint