Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Atli Gregersen takkar fyri seg á landsliðnum

Jákup Ósá

Í gjárkvøldið staðfesti liðskiparin á A-landsliðnum, Atli Gregersen, at hann takkar fyri seg eftir hesa undankappinina.

Tískil verður dysturin týskvøldið hansara seinasti á heimavølli.

37 ára gamli Atli Gregersen, sum á FM1 staðfesti sína avgerð, hevur spælt 56 landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. Tað eru bara sjey leikarar, ið hava spælt fleiri landsdystir. Tá skal havast í huga, at Atli var næstan 27 ára gamal, tá hann fekk sín fyrsta landsdyst.

 

Sambært fsf.fo, so hava bara hesir sjey spælt fleiri landsdystir enn Atli Gregersen:

Fróði Benjaminsen (94)

Óli Johannesen (83)

Jákup Mikkelsen (73)

Jens Martin Knudsen (65)

Julian Johnsson (62)

Jákup á Borg (61)

John Petersen (57)

 

Sostatt verður dysturin móti Malta serligur á tann hátt, at bæði landsliðsvenjari og landsliðsliðskipari takka fyri seg á føroyskari jørð í sínum núverandi leiklutum. Eftir hendan dystin eru tveir útidystir eftir í november.