Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Autismufelagið nú sjálvstøðugt føroyskt felag

Nevndin í Autismufelagnum

Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund hin 6. juni. Sitandi nevnd varð afturvald.

Á aðalfundinum var einmælt avgjørt, at Autismufelagið strikar seg sum lim í danska felagnum Landsforeningen Autisme. Autismufelagið verður hereftir eitt sjálvstøðugt føroyskt felag.

Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann  gerast við at fara inn á heimasíðuna autisma.fo og velja Gerst limur Eisini ber til at skriva til felagið ella  ringja til felagið tlf 509031 og fáa vegleiðing og hjálp.

Árliga limagjaldið er sett til 200 kr. fyri hvønn.

 

Á fundi 15. juni skipaði nevndin seg soleiðis:

 

Forkvinna: Jónrit Halling

Næstforkvinna: Heidi Aagaard

Skrivari: Jørmund Foldbo

Kassameistari: Randi Durhuus

Nevndarlimur: Durita Bjellvåg

 

Tiltakslimir eru Malan Wacher og Elsbeth Joensen

 

Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, at vera almenna røddin fyri fólk við autismu, at virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg, at fylgja við vitan innan autismuøkið og at skapa samband millum fólk við autismu og teirra avvarandi

 

 

 

Nevndin í Autismufelagnum