Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Av Bjargamansdali í Barm

Oliver Joensen

Sum skrivað varð fyri nøkrum døgum síðani, so hildu vit báðir Árni Elttør leiðina fram úr Bjargamansdali, fríggjakvøldið fyri viku síðani. Leiðin gekk í Barm, har vit ætlaðu at sova myrkrið av.

Vit fóru úr Bjargamansdali tá klokkan var farin væl um sjey á kvøldinum. Túrurin av Oyravegnum um elstu rættina á Bergrætt um Havansurð og niðan vøtnini við tráðu tók longri tíð enn vit ætlaðu.

Úr Bjargamansdali  fóru vit niðan við Ánni í Djúpi niðan á Langavatn, gingu so fram vi tjarnunum yvir at vatninum á Klubbanum. Tá byrjað at skýma.

Fóru so oman við geilini í Barm og í Barmslon.

Geilin í Barmi varð hegnað til seyðin, ið skuldi rekast í rætt og eisini var ætlanin við Geilini at hon skuldi brúkast til at fáa seyðin úr rættini og niðan á slætt, tá rekast skuldi heim á Núp. Men í dag verður geilin ikki brúkt. Levi Joensen, bóndi sigur, at hegn verður ikki brúkt í Barmi longur, bert ímóti Hellisdali.

Komnir fram mundi klokkan nærkast 10 á kvøldi. So var at fáa hita í húsið og at kóka ræst kjøt. Tað tók sína tíð, so klokkuni mundi táttast í tvey áðrenn vit sluppu undir fjarðarnar eftir ein langan og strævnan gongutúr, sum byrjaði á Núpi einar 12 tímar frammanundan.

Morgunin eftir gingu vit ein túr yvir ímóti Herjaskorðagjógv, tað var ein vøkur løta og vit brúktu bæði myndatókini nógv. At síggja yvir ímóti Lishøvda, ið eisini er partur av Barmi og so eystureftir ímóti Heltnini á Svínoynni ánni í Áarbergsdali og norður ímóti Akslatanga er vakurt. Jú vit hugnaðu okkum og tóku upplivingina til okkara.

Men alt fær ein enda. Eftir at hava rudda upp eftir okkum, var at leggja hondina á knæði og tað tungu leiðini niðan á heimara Skúvaskarð og á Heldarskarð, oman Torvadal. Ein tungur men gevandi og góður túrur.

—-

Tá fyrsta húsið í Barmi bleiv bygt. Jógvan Gerðalíð sáli fekk í lag, at skiva Gestabøkurnar í Barmi av. Um so er at onkur hevur verið í Barmi fyri árum síðani og hevur skrivað í Gestabókina, so ber til at síggja tað aftur við at fara á facebook og leita eftir “Eysturi í Barmi”.

Sjálvur síggi eg, at eg havi verið í Barmi í 1957, sum 10 ára gamalur.

Umframt bóndan Jógvan Gerðalíð, so vóru Robert Joensen og Fischer Heinesen og aðrir oftað har eysturi.

Niðanfyri brot úr gestabókini í Barmslon:

13-5-1956. kl. 01.05 –

Hendan lon

hevur aldri gron,

ongar mýs,

eigur ævinleikan av tíð,

– men einki stríð,

tí tá maður einans sær havið bláa,

tindin háa,

eingi tún og onga toft,

men glitrandi stjørnuloft,

sum setur farra á sjógv móti skor

og aftursvar ei kemur pá orð

-tá er maður staddur í hørðum talvi,

sær seg ei vera heimsins nalvi,

men eitt fúkandi fon

í einbýlislon.

Robert skrivari.

 

                    BARMUR. Húsið.

Mangan varð tosa um at seta eina smáttu upp í Barmi . Summari 1954, uppi á fjósloftinum her, gjørdi Jógvan Martin bóndi og Erik Hansen hjá Simonu, tilfarið til húsið eysturi í Barmi, kalla BARMSLON,(Barslon). Eg havi ikki støddina á húsinum,í høvdinum, men man tað vera ca, 3 fer 6 metur. Hetta summari hevði eg gjørt klárt, at seta húsið á 8 steinar. Hevði borað hol til múrankar og stoypt tey føst áðrenn húsið var ført eystur. Tann dagin vit skuldu fara at stoypa múrankørini í steinarnar hendi eitt óhapp. Við á ferðini vóru Theodor við Keldu, Meinard í Mikladali,Robert á Lakjuni og eg. J.G. Komnir nakað omanfyri eystara Skúaskarð datt Theodor og meinslaði seg so illa at vit máttu venda aftur. Hann bar nakað í báðum hondum og hevur vist ikki verið nóg skjótur at slept, so hann kundi lofta sær.  Eisini vildi so illa til, at har hann datt, stóð ein steinur úr vøllinum og pannan kom á hann.  Hann fekk stórt sár og bløddi illa. Vit tóku skjúrtu mína og vavdi um høvdið so væl vit kundi. Meinar var sera dugnaligur sum samarittur og væl gekst heim. Læknin tók sær av honum, men stoyturin var ógvuliga harður. Dagin eftir um eg minnist rætt, fóru Meinar og eg eystur aftur og gjørdi arbeiðið liðugt. Hetta var um miðjan august ella so, í 1954.

Við bátinum hjá Eyvind  Niclasen,”Barðinum” varð alt tilfarið ført eystur, ein góðan dag seint í septembur. Eyvind lá á báti meðan eini 3-4 vóru um at føra viðin og takpláturnar inn móti landi, 40 favna bakki. Eini 12 menn vóru á bakkanum og drógu tilfarið upp fyri bakkan. Hetta var strævið men skjótt gekk.

So skjótt nakað var komi á bakkan, var farið at bera niðan. Undirsløgini fyrst, og so hvørt tilfarið kom niðan settu Jógvan Martin og Erik stórviðin upp. Tá alt var komi á bakkan, fóru allir at bera, sum ikki smíðaðu. Ætlanin var at inniloka sama dag, men tað kom vátaslettingur seinnapartin og vit máttu gevast. Alt varð reist henda dagin, sperrurnar eisini, niðara síðan og eystari endi blivu klødd, og so var farið til húsa heim. Í alt vóru vit 15 menn henda dagin íroknað teir ið á báti vóru.

Dagin eftir var veðrið gott nakað av frosti. Vit, Jógvan Martin, Erik og eg fóru eystur og innilokaði húsið.

Henda dagin linaði hann veðrið, Erik var í kvarðabrókum, eitt sindur av sirmi, og sólin sá, Komnir niðan á frystu brøkurnar og hetta undraði Erik, Hann hevði ikki verið út fyri tí fyrr. Tosaði mangan um hetta seinni. Fyrst vátar brøkur og komnir nakað niðan bein frystar og komnin stutt oman Skúadal, aftur bleytar. Nær húsið var klætt við jarn, koma vit til, longri frammi í bókini. Báturin hjá dávamonnum, minnist meg rætt, haldi eg hann kallaðist “Kallanes, førdi pláturnar eystur. Minnist ikki hvør var við uttan Levi. Hetta av tí at í tí eina buntinum gliðu tríggjar plátur úr og eg minnist Levi helt hvussu vandamiki hetta sá út meðan tær komu siglandi í allar ættir, men tíbetur hendi einki. Dagin eftir fóru vit avstað aftur við øðrum plátum. Henda dagin gjørdu vit okkum út, til at fiska pláturnar vit mistu, upp aftur. Tað gekk væl, men í dag hevði vist eingin ómakað sær so nógv fyri tríggjar takplátur. John bróður sigur at hann var ein dagin eysturi og smurdi húsið, men kann ikki minnast um tað var jarnklædningin ella tað var áðrenn tað var klætt. Henda dagin var Jógvan Martin við eisini og smíðaði eitt hvørt. Á skurðsfjalli hetta heysti, var fyri fyrstu fer fjallskipanin undir taki og fingu sær at eta. Ikki allir hildu hetta vera gott. Væntaðu tað, at ein fór at verða illa til passar tá ein kom út aftur, eftir at hava sitið inni í hitanum. Kalt var úti, og so at loysa upp haftseyðin og standa og tøva í sama stað, áðrenn gongd kom á, nei tað fór ikki at vera gott.                                                                                           

Tað kundi verið so nógv annað at sagt um byggingina av húsinum, men hetta er tað sum er mest týdningarmikið.                  

Jógvan Gerðalíð.                                                                         

                                                                              DAGBÓKIN.

Tað, at eg fór at skriva dagbókina av, var mest av hesi orsøk. Tey allarflestu nøvnini hjá teimum sum hava verið við, ella hava skrivað undir eru bert fornøvnini, komin við. Her hava mong verið sum eg hvørki havi sæð ella kenni. Tí havi eg leita tey upp og funnið fram til teirra fulla navn. Men tað hevur ikki altíð gingið so væl og við hvørt hevur tað ikki eydnast at funnið fram til rætta viðkomandi. Óivað eru eisini mistøk gjørd og onkur kanska hevur fingið annað eftirnavn ella bústað sum ikki er rætt, og tað má so standa mær til skuldar.

Tá eg eri farin foldum frá, munnu tey vera fá sum kunnu greiða frá hvørji hesi fólk eru. Tí havi eg sett mær fyri at finna út av so nágreiniliga tað er mær gjørligt at finna hesi fólkini og teirra fulla navn. So havi eg eisini nú meðan eg havi tosað við mong og spurt meg fram, komin við onkrum uppískoyti sum tey hava sagt frá, hvussu ferðin hevur verið frá tí tey fóru av húsum og til tey fóru úr Barmi. Í gjøgnum árini havi eg eisini fingið søgur um túrarnar onkur hevur sagt mær, so havi eg gjørt nakað av tí og fingið tað við. Endurtøkur eru óivað eisini, men tað verður har við, bert tær ikki eru ov langt frá hvørji aðrari í innihaldi. Eisini tað verður harvið. Nógv er gjørt eftir minninum, og tað kann vera ein vansi.

Dagbókin er ein sera áhugaverd bók fyri okkum sum hava fartast aftur og fram hesi mongu ár. Tí verri er einki skrivað fyrr enn 6-12-1954. Tó hevur Robert Joensen skriva í bók nr.2, at fyrstu ferð, at sovið varð í Barmslon var hin 31 okt. 1954. t.v.s. náttina undan 1 nov. 1954. Menn vita einki um at siga, at bústaður ella hús hevur verið í Barmi. Teir sum fyrstu náttina gistu her, vóru Jógvan Gerðalíð bóndi, Tummas Thomsen, aut, el. innstallatørur og Robert Joensen, skrivari. Citat enda.

Á onkrum øðrum staði hevur Robert skrivað, at á ovara brósti nær eystara horni stendur okkurt sum eg havi gloymt. Kanska eg komi fram á tað tá eg fari at skriva úr gerabókunum. Tað havi eg í ætlanum, men um tað verður til nakað, fer tíðin at vísa.

Jógvan Gerðalíð                        

28-4-1957.

Sunnumorgum kl.05.15 vóru vit nakrir skótar úr Skótalið Nolsoyar Páll her eysturi frá Skúadali, har vit lógu í tjøldum. Veðrið er av tí allar fagrasta. Vit hava sæð sólarrisið, ein ógloymandi sjón. Tøkk fyri.

Johnny Thomsen, DS II deild.

Jákup Sofus Joensen, SK l deild.

Trygvi Johansen, liðhjálpari.

Hans Eli Hansen. Jógvan Z.Ziska.

Páll Josefsen, Liðførari.

16-6-1957.

Synir Petur á Hædd hava í dag sett meg, Helga og Olivur, synir Erling Laxafoss og John William Joensen upp undir Keldum, (Hellisdal). Vit gingu so í Barm. Fóru oman á bakkan og hivaðu gásnar hjá Erling Laxafoss upp fyri bakkan.

Hava síðan tikið okkum av løttum, etið, drukkið og hvílt. Fara nú heim. Tann likkan sum eigur við rættina, hevur í dag fingið eina pisu, hon sær nakað erpin út. Tá vit fóru oman á bakkan vóru øll eggini brostin fyri nev. Tá vit so komu niðan aftur var so henda eina pisan komin út.

Jógvan Gerðalíð.                                                           

P.S. Her havi eg skrivað skeivt í dagbókini. Olivur er ikki sonur Erling, men sonur John William.