Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Av fagrasta veðri í dag

Hanus Kjølbro

Heiður himin norðanfyri í dag – ikki ein ond, og sólin skínur oman og niðan.

Føroyar liggja í einum hátrýstryggi í dag, og tað er sum gevur okkum tað góða veðrið. Tað sær út, at ryggurin fer at liggja í nakrar dagar.

Soo…meðan dystur í Klaksvík í dag ímillum KÍ og TB fer tað bert at vera eitt lítið lot úr landsynningi-suðuri – t.e. inn eftir Borðoyarvík, turt og hitin um 10 til 12 stig. Fyri tað mesta sól kring alt landið, men í støðum skýggjað ella onkrir flókar við mjørka.

Góðan dyst og koyr á KÍ!!