Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Av landgrunninum við 7.000 pundum

Oliver Joensen

Á søluni í dag, er veiðan sum bátarnir hava veitt í gjár: Norðsøki 4.700 pund, Brandur 5.000 pund, Dalsenni 3.400 pund, Bragd 5.200 pund og skýlisklettur 1, 700 pund.

Tá vit tosaðu við Janus Sørensen á Brandi fyri løtu síðani, segði hann, at teir sigla inn av landgrunninum við umleið 7.000 pundum, 1.000 pund av hýsu, nakað tað sama av toski, umleið 1200 pund av brosmu umleið 1.000 pund av hvítingi, 1000 pund av longu og so nakað av øðrum.

Heri Vang á Norðsøka segði eisini fyri løtu síðani, at teir eru einar 20 fjórðingar norður úr Mýlingi. Vit hava verið sjey túrar her um leiðir og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, tað hevur ligið um 6-7.000 pund og onkran dagin heldur meira. Stórur partur av veiðuni er longa og brosma, men nakað av toski og væl av hýsu. Hóast landnyrðing, so hevur veðrið verið gott seinastu dagarnar. Prísurin á hýsu fall í gjár við umleið 10 krónum, tað merkist hjá okkum. Hvør orsøkin er til fallið vita vit ikki.

Heri Vang segði annars, at í gjár var sera nógvur upsi at síggja undir Norðsøka.

Myndina omanfyri fingu vit í gjár frá Brandi, teir sóu ein stórhval einar 18-20 fjórðingar norður eystur úr Fugloynni.

Harleyfacadeacryl