At so stór óvissa hevur verið um Champions League dystin fram til nú er neyvan ein fyrimunur fyri KÍ. Hinvegin er mótstøðuliðið á pappírinum nú væl veikari enn ætlað. Men er tað framvegis eitt sterkari lið enn KÍ?
Spældi Slovan Bratislava(SB) við sterkastu uppstilling, so var liðið stórfavorittur at koma víðari. Og trupult er at siga, hvussu stóran møguleika KÍ hevði at gera tann dystin spennandi.
Nú kemur SB við einum hópi við leikarum nr. áleið 22-33 í hópinum. Eitt so stórt felag hevur helst sera breiðan hóp og felagið hevur eisini lið í næstbestu deildini í Slovakia, har liðið tó eftir trimum umførum liggur aftast. Tí er trupult at siga, hvussu styrkin á hesum liðnum hjá SB er í mun til styrkina hjá KÍ. Hetta vera í øllum førum svangir leikarar, ið skulu vísa, at teir hoyra til teir bestu leikararnar hjá SB. Helst er tað so, at leikararnir hjá SB framvegis eru betri á pappírinum. Men á pappírinum er eingin ivi um, at møguleikarnir hjá KÍ at koma víðari eru betraðir nógv prosent nú SB má spæla uttan 18-21 av sínum bestu leikarum.
Tað eru eisini vansar við hesum fyrireikingunum. Í tveir dagar hevur óvissa verið um, hvussu bleiv við hesum dystinum. Og nú skal KÍ-liðið frá at vera fyrireikað niður í smálutir til eitt kent mótstøðulið, ið hevur alt trýstið á sær, til at spæla móti ókendari mótstøðu við stuttari fyrireiking.
Vit kenna eisini til fleiri dømir, har óvissa kring viðurskiftini hjá mótstøðuliðnum kunnu snýta og beinleiðis viðvirka til vánalig úrslit. Hvør minnist ikki, tá Frakland í 2007 ikki fekk lent í Føroyum fyrr enn beint áðrenn dystarbyrjan, men vann heili 6-0, sum er eitt av størstu tapunum á heimavølli nakrantíð hjá Føroyum. Í 2018 var eisini leingi ivamál, um Zalgiris-hópurin kláraði at lenda í Føroyum til dystin móti KÍ. Dysturin bleiv útsettur nakað, men hetta bleiv eisini einasta tapið hjá KÍ móti liðum frá Litava í fýra dystum hesi síðstu tvey árini. Og hvør minnist ikki í 1989, tá 4. deild hjá KÍ vann 2-0 móti besta liðnum hjá VB.




