Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Avgerandi dystur í steypakappingini

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørununi leika týskvøldið, t.v.s. í annaðkvøld kl. 18.30 innleiðandi dyst í steypakappingini á heimavølli ímóti EB. Skulu stjørunkvinnuarnar gera sær vónir um at koma víðari í steypakappingini, skal dysturin vinnast.                                                                                                                                        

Steypakappingin er soleiðis skipað, at liðini í bestsu deildini eru býtt í tveir bólkar. Stjørnan er í bólki saman við VÍF, H71 og EB. Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki koma víðari í kappingini.                                             

Eitt umfar er leikt, tá leikti Stjørnan ímóti VÍF, og vann VÍF tann dystini, meðan H71 vann á EB. Sum nevnt, so skal Stjørnan vinna dystin ímóti EB, og síðani dystin ímóti H71, sum verður leiktur um eina góða viku, um tær skulu gera sær vónir um at koma víðari í steypakappingini.