Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Avgerðin hjá MMR má takast til viðgerðar

Norðlýsið

Magni Laksáfoss helt fyri í løgtinginum, at tað er ein óskikkur at viðgera persónar í løgtinginum, sum ikki fáa vart seg. Men hann helt, at tá ivin nú var so stórur, um KVF tíðindaleiðarin var politiskt settur ella ikki, at hetta málið má takast upp og viðgerast. Álitið má vera viðlíkahildið og eingin ivi skal vera um, hvørs talan er um politiska setan ella ikki, segði Magni og helt, at serliga samgongan má viðgera hetta málið. 

 

Ónøgdin er eisini stór í løgtinginum um, at landsstýriskvinnan í MMR ikki er til staðar. Kristin Michelsen vísti m.a. á, at málið um kringvarpsgjald átti at verið koyrt aftur í nevnd, tí eingin landsstýriskvinna var til staðar undir viðgerðini, har fleiri spurningar stóðu ósvaraðir.