Í dag verður næsti hálvfinaludysturin um FM-heitið millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og H71 leikur í Hoyvíkshøllini, og byrjar dysturin kl. 14.30. Tá kann avgerðin fella, um Stjørnan hevur møguleika at koma í finaluna. Eftir fyrstu hálvfinaluna, sum varð leikt í KÍ-høllini mikukvøldið, og sum endaði við einum 36-35 sigri til H71, er lagt er upp til ein spennandi dyst í Hoyvíkshøllini.
Hjá Stjørnuni eru treytirnar púra greiðar, dysturin skal vinnast, tapa tær dystin, er H71 í finaluni, men vinnur Stjørnan, skal ein triðja hálvfinla leikast. Norðlýsið var framvið, tá stjørnukvinnurnar í kvøld vandu og fyrireikaðu seg til dystin leygardagin. Stemningurin var góður, og leikarnir høvdu góðar vónir til dystin. Teir lótu heilsa og vónaðu, at nógvir norðoyingar fóru at møta upp til dystin fyri at stuðla teimum.




