Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Avgjaldssteðgur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur valevni fólkafloksins

Fólkaflokkurin fer ikki undir nøkrum umstøðum at hækka, ella innføra nýggj gjøld.  Heldur ikki avgjald á brennievnið.

Avgjøld av øllum handa slagi hava eyðkent sitandi samgongu. Kreativitetinum hevur ikki feilað  nakað, tá tað hevur snúð seg um at uppfinna nýggj avgjøld og hækka verandi. 

Fólkaflokkurin sigur kortanei til fleiri avgjøld. Fólkaflokkurin vil  minka, ella avtaka gjøld, sum sitandi samgonga hevur lagt á skattgjaldaran.   

Í sannari avgjaldsøði hevur henda samgongan uppfunnið avgjøld av  øllum handaslagi. Henda øðin skal steðgast. 

Nú skal borgarin, familjan,  einstaklingurin, skattgjaldarin í fokus heldur enn landskassin.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

valevni fólkafloksins