Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgreiðslufólk í Fugloy

LÝSING

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at útbjóða rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslufólk í Fugloy.


Uppgávurnar hjá farmastøðunum

Farmastøðirnar kring landið skulu veita leiðsluni eina úrslitagóða fyrisiting innan farmaflutningin, herundir samskipa, viðlíkahalda og menna stýringina innan farmaflutning.


Uppgávurnar hjá avgreiðsluni

Uppgávurnar hjá avgreiðsluni í Fugloy, sum er undir samferðsludeildini, er at verða umboðsfólk hjá Strandfaraskip Landsins, sum ber ivð sær at tryggja ein støðugan farmaflutning millum útjaðaran, her Fugloy og meginøki.

Uppgávan úti í Fugloy fevnir m.a. um at flyta farm til og frá strandfaraskipinum, ið røkir leiðina til Fugloyar, veita upplýsing til ferðafólk, útbreiðslu av farmi, frankering, farmauppgerð og kundarøkt.


Førleikakrøv

Vit vænta at viðkomandi

  • Hevur skil fyri veðri og vindi
  • Hevur góð samstarvs-/ og samskiftisevni
  • Er tænastusinnaður
  • Dugir og torir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka sjálvstøðugar og skjótar avgerðir
  • Hevur koyrikort C (lastbil)
  • Hevur góðan røkjuskap og hegni at røkja arbeiðsakfør
  • Góðan málførleika: norðurlendskt og enskt
  • Er fyrikomandi, álítandi og røkin.


Setanartreytir

Arbeiðstíðin er serliga í samband við túrarnar hjá Strandferðsluskipinum, ið siglir til Fugloynna. Summarhálvuna er arbeiðsdagurin longri enn um veturin. Lønin er tó javnt býtt yvir alt árið. Starvið verður sett sambært sáttmála.


Umsóknir

Umsóknir við avriti av viðkomandi prógvum, møguligum ummælum og lívsrensli verða at senda til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara á t-postinum eyj@ssl.fo ella við vanligum posti til:

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Postrúm 30

FO-810 Tvøroyri

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. novembur kl 12:00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðara, á fartelefon 293081 ella við at senda teldupost til jpb@ssl.fo.


Um SSL:
Strandfaraskip Landsins (SSL) er landsfyritøka undir Samferðsluráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL eru á fíggjarlógini við eini árligari rakstrarjáttan á netto 147 mió.kr. Samlaðu inntøkurnar eru 59 mió.kr, og útreiðslurnar eru 206 mió.kr. Reiðaríið rekur 28 farleiðir: Seks Oyggjaleiðir, sum eru sjóvegis farleiðirnar og 22 Bygdaleiðir, tvs bussleiðirnar. SSL fluttu íalt 1,1 millión ferðafólk í 2015. Ein góð helvt, 575 túsund, ferðaðust við ferjunum, meðan knappliga helvtin, 525 túsund, ferðaðust við bussunum. Flutningstólini eru 40 bussar, sjey ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru 160 í tali, svarandi til 120 ársverk.