Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avroð.fo – søtur er sjálvgivin biti

irf.fo

IRF hevur tikið stig til eina nýggja og spennandi verkætlan, sum skal kveikja áhugan fyri avroðum – ein rávøra, sum hevur stórt virði bæði fyri heilsu og burðardygd. Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu.

 

 

Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað.

Endamálið við Avroð.fo er:

  • At knýta samband millum fólk og bóndir, sum vilja selja avroð.
  • At geva íblástur og góð ráð til, hvussu avroð kunnu nýtast á ein spennandi og nútímans hátt.

Á heimasíðuni finnur tú eitt yvirlit yvir veitarar, sum selja avroð. Tey, ið eru áhuga í avroðum, kunnu seta seg í samband við veitarar, og bíleggja avroð, tá farið verður á fjall. Hetta tryggjar, at tú fært fatur á frískum og góðum rávørum, sum kunnu nýtast í køkinum alt árið.

IRF vil við nýggju síðuni vera við at skapa virðing fyri avroðum – sum góðan, sunnan og kanska eisini forvitnisligan mat.