Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

B36 fingið nýggjan álopsleikara

Jákup Ósá

Talan er um stórt navn.

B36 skrivar soleiðis á síni heimasíðu:
Kaimar Saag er navnið á manninum, sum er ætlaður til fremsta álopsplássið á Betri-liði okkara í ár

 

Tá tað í vetur stóð greitt, at Patrik Johannesen skuldi uttanlands at leita sær nýggjar avbjóðingar, fóru leiðsla og høvuðsvenjari hjá B36 alt fyri eitt undir arbeiðið at finna nýggjan mann til fremsta álopsplássið.

Tann leitanin er nú liðug, og í dag varð sáttmáli skrivaðu við 29 ára gamla Kaimar Saag.

Saag er úr Estlandi, og hann hevur drúgvar royndir í bæði altjóða og norðurlendskum fótbólti. Í fleiri ár var hann álopsmakkari hjá Christian Lamhauge Holst í Silkeborg – bæði í donsku superliguni og 1. deild.

Síðani hevur hann spælt við Vejle/Kolding í Danmark, umframt at hann hevur roynt seg í Svøríki og Noreg. Seinastu tvey árini hevur hann spæla í triðju bestu norsku deildini, har hann hevur skotið 26 mál í 50 dystum.

Hann hevur umboðað øll U-landslið hjá Estlandi, og 46 ferðir hevur hann spælt á estiska A-landsliðnum. Ein av hesum dystunum var tann 11. august 2010, tá hann í 91. minutti javnaði til 1-1 móti Føroyum í einum dysti, sum Estland at enda vann 2-1. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at sami dysturin gjørdist tann seinasti A-landsdysturin hjá Jákupi á Borg.