Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

B36 fingið triðja profilin

Jákup Ósá

B36 hevur funnið avloysaran fyri Odmar Færø.

28 ára gamli Erling Dávidsson hevur í dag gjørt sáttmála við B36. Hann hevur áður mannað miðverjuna í Víkingi, har úrslitini vóru góð. B36 hevur frammanundan fingið Árna Frederiksberg og Brian Jakobsen í hópin og tykist árstalsfelagið væl brynjað til komandi kappingarár. 

 

B36 vann í ár steypakappingina, kom tvær ferðir víðari í Europa League og vann bronsu heiðursmerkið í landskappingini.