Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

B36 hevði størstu inntøkurnar og HB skyldar mest

John William Joensen

B36 hevði tilsaman 11,1 mió. kr. í inntøkum í 2018 harav 5,4 mió. komu frá UEFA. HB hevur góðar 5 mió. kr. í skuld og KÍ og NSÍ høvdu størstu lønarútreiðslurnar til leikara hóparnar sum kostaðu feløgunum góðar 2,4 mió. kr..

Í 2018 hevði KÍ størstu áskoðarainntøkurnar 896.000,- kr. meðan B36, sum fekk næstflest áskoðarainntøkur 658.000,- kr..  07Vestur hevði minstu áskoðarainntøkurnar kr. 136.000. ÍF er einasta felagið sum ikki upplýsir hvussu nógv felagið fekk í áskoðarainntøkum.

HB hevði nógv størstu sponsor inntøkurnar, 3,1 mió. kr. meðan KÍ og 07Vestur høvdu næst størstu sponsorinntøkurnar kr. 1,9 mió. og kr. 1,7 mió. kr.

Størsta høvuðssponsor í 2018 hevði HB á kr. 1 mió. ( í 2017 kr. 1,5 mió.) meðan Skála hevði minsta høvuðssponsor á kr. 50.000,-

Samlaðu inntøkurnar hjá feløgunum í ovastu deildini vóru omanfyri 53 mió. kr. í 2018. Havnafeløgini HB, B36 og AB áttu 33,6% av hesum inntøkunum (17,6 mió. kr.).

Fimm feløg HB, B36, KÍ, Víkingur og NSÍ fóru avstað við 70% av inntøkunum.

 

Sí roknskapir her