Í mun til kappingarárið í fjør, so hevur B36 mist flest mál. KÍ og TB hava mist flest upplegg.
Í hesum yvirlitinum verður hugt eftir, hvørjar leikarar feløgini hava mist og síðani hugt eftir, hvussu nógv mál og upplegg hesir stóðu fyri í kappingarárinum í fjør. Hetta sigur okkum sum oftast eisini eitt sindur um, hvørjir lið hava havt størst útskifting. Hjá B36, KÍ og TB eru nógv mál og upplegg burtur. Hjá B36 eru 28 av 58 málum (48 %) ikki í hópinum meir. HB, Víkingur og AB hava mist minst.
Mist mál
28 mál: B36 (Kaimar Saag, Meinhard E. Olsen, Odmar Færø, Robert Heðin Brockie)
18 mál: KÍ (Páll A. Klettskarð, Hørður H. Askham, Semir Hadzibulic og Ronni Møller-Iversen)
17 mál: TB (Í mun til TB/FCS/Royn) (Búi Egilsson, Pape Faye, Salmundur Bech, Ibrahim Arifovic, Eirikur Ellendersen, Isaac Shaze, Dennis Nielsen)
12 mál: EB/Streymur (Pætur Petersen, Aksel B. Danielsen, Marni Djurhuus, Oddur Højgaard, Hans Pauli Samuelsen)
12 mál: NSÍ (Árni Frederiksberg og Jens Joensen)
11 mál: Skála (Brian Jakobsen og Andri Benjaminsen)
6 mál: Víkingur (Adrian Cascaval)
3 mál: HB (Teit Jacobsen og John Frederiksen)
1 mál: AB (Rasmus Dan Sørensen)
Mist upplegg
20 upplegg: KÍ (Predrag Pocuca, Marko Dusak, Páll A. Klettskarð, Semir Hadzibulic, Ronni Møller-Iversen og Hørður H. Askham)
20 upplegg: TB (Í mun til TB/FCS/Royn) (Búi Egilsson, Pape Faye, Salmundur Bech, Ibrahim Arifovic, Eirikur Ellendersen, Isaac Shaze, Dennis Nielsen)
16 upplegg: NSÍ (Árni Frederiksberg, Jens Joensen og Karl Løkin)
14 upplegg: B36 (Kaimar Saag, Meinhard E. Olsen og Odmar Færø)
11 upplegg. EB/Streymur (Hans Pauli Samuelsen, Oddur Højgaard og Pætur Petersen)
4 upplegg: Skála (Brian Jakobsen og Andri Benjaminsen)
4 upplegg: HB (Teit Jacobsen, Aleksandar Stankov)
3 upplegg: AB (Rasmus Dan Sørensen)
2 upplegg: Víkingur (Adrian Cascaval og Hans Jørgen Djurhuus)
Mist flest málstig (mál+upplegg):
42 málstig: B36
38 málstig: KÍ
37 málstig: TB
28 málstig: NSÍ
23 málstig: EB/Streymur
15 málstig: Skála
8 málstig: Víkingur
7 málstig: HB
4 málstig: AB
Leikarar ikki taldir við, sum ikki hava sáttmála ella har teirra framtíð enn er óviss. ÍF spældi í 1.deild í fjør og er ikki við í yvirlitinum.




