Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

B36-KÍ verður leygardagin

Jákup Ósá

Vegna hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið verður dysturin hjá KÍ móti B36 leiktur leygardagin.

B36-KÍ verður leygardagin 9. mai kl. 17.00. Hetta er tí, at fyrra hálvfinalan millum KÍ-NSÍ í kappingini um løgmanssteypið verður mikukvøldið 13. mai kl. 18.30.

Talan er um toppdyst, tí B36 er oddalið undan dystinum, men KÍ kann við sigri fara framum. Tó liggur NSÍ á 2. plássi, so um KÍ kann taka oddasessin við sigri veldst um, hvat úrslitið verður í Runavík fríggjakvøldið millum NSÍ-HB.