Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

B36 leitar eftir styrki

Jákup Ósá

Toppskjúttin Patrik Johannesen er farin til Noregs at spæla.

Venjarin staðfestir, at tað er trupult at finna rætta leikaran í januar mánaða.

B36 hevur fyri stuttari tíð síðani selt Patrik Johannesen til norska felagið Florø í næstbestu deildini. Tí er spurningurin, um B36 ætlar at keypa eina avloysara.

– Vit hyggja eftir at fáa styrk – serliga í álopspartinum. Ì januar mánaða, tá flytingarvindeygað er opið í Skandinavia, er trupult at fáa rætta leikaran fyri rætta prís. Finna vit rætta leikaran, so vilja vit fegnir styrkja okkum, men hinvegin, so havi eg nógvar góðar offensivar leikarar í hópinum. Bæði eldri og yngri, so eg styrki meg ikki, um eg ikki eri rímiliga vísur í, at viðkomandi kann styrkja liðið, sigur Jákup á Borg við Norðlýsið.