Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

B36 støðugt fremst og HB aftast í landskappingini

Jákup Ósá

Vit hava samanborið tey fimm toppliðini, sum hava sitið á topp 5 plássunum síðstu fimm árini.

Vit hava havt tey somu fimm feløgini í topp 5 síðstu 5 árini. Í KÍ-samanhangi er hetta eisini tíðin, har sami venjari, Mikkjal K. Thomassen, hevur sitið við ábyrgdini øll árini.

 

B36 støðugt fremst og HB aftast í landskappingini

Hyggja vit eftir endastøðunum í landskappingini, so hevur mest vinnandi felagið, HB, tað lægstu endastøðuna í miðal. HB er endað í miðal nr. 3,8 hesi fimm árini. B36 hevur verið mest støðugt, meðan Víkingur er einasta liðið, sum hevur vunnið meir enn eitt meistaraheitið. NSÍ er einasta liðið, sum einki meistaraheitið hevur vunnið. KÍ liggur saman við NSÍ beint aftanfyri B36.

Endastøða í landskappingini í miðal:

B36 2,6

KÍ og NSÍ 2,8

Víkingur 3,0

HB 3,8