Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 toppskjúttin til HB

Jákup Ósá

Toppskjúttin hjá B36 í fjør fer í ár at spæla fyri grannarnar.

Toppskjúttin hjá B36 í fjør fer í ár at spæla fyri grannarnar. 

Í HB er hópurin við at koma uppá pláss. Fyrr í dag kom Símun Samuelsen endaliga til felagið og nú hevur danski álopsleikarin Sebastian Pingel eisini gjørt sáttmála við HB. Hann hevur royndarvant í fleiri vikur, so heldur ikki hetta skiftið kemur óvæntað á. Sebastian Pingel var – saman við Róaldi Jakobsen -toppskjútti hjá grannunum úr B36 í fjør við 10 málum og 4 uppleggum í bert 1430 minuttum, so hagtølini vóru góð í hansara fyrsta ári í Føroyum. 
Hetta er fimti nýggi leikarin í HB. Frammanundan eru Levi Hanssen, Heðin Hanssen, Daniel Elly Andersen og Símun Samuelsen komnir til felagið.