Vit fylgja avgerandi dystinum á Svangaskarði.
18 min.: Framvegis 0-0. Talan er um javnan dyst, har KÍ tó hevur havt tveir teir størstu málmøguleikarnar.
19 min.: 1-0 til KÍ. Fríspark frá Tórur Justesen endaði við, at bólturin fór umvegis eitt B68 bein í málið. Tórur er skrásettur fyri málið hava vit fingið upplýst í hálvleikinum.
28 min.: 2-0 til KÍ. Darius Lewis fangar bóltin frá B68 og skorar við góðum langskoti.
Hálvleikur: 2-0 til KÍ, ið hevur verið betra liðið.
Í hálvleikinum er Darius Lewis farin út fyri Eivin Sørensen. Helst tí at Darius skal við besta liðnum í morgin. Darius var millum teir mest eyðsýndu í fyrra hálvleiki.
81 min.: Framvegis 2-0. Fáir málmøguleikar í einum jøvnum seinna hálvleiki.
89 min. B68 minkar til 2-1.
Liðugt: 2-1


