Hóast tað størsta partin av dystinum leikaði javnt á, so hevði B68 teir størru møguleikarnar í dystinum og vann uppiborið.
Einsamalla málið kom í 33. minutti, tá bóltur bleiv spældur afturum KÍ verjuna til Otto R. Petersen, sum lyfti bóltin uppum KÍ málverjan til 1-0. Talan var sum heild um ein javnan dyst, men KÍ hevði sera trupult við at skapa nakað móti B68 liðnum, har royndi miðverjin, Jóhan Dávur Højgaard, stýrdi verjuni og liðnum væl. Tvær-tríggjar ferðir mátti KÍ málverjin stórbjarga, so B68 ikki fekk økt. Hjá KÍ var neyvleikin ikki til staðar, tá mongu innleggini ella mongu deyðbóltarnir skuldu leggjast. Sum dysturin gekk, so blivu KÍ leikararnir meira og meira frustreraðir og høvdu trupult við at halda fokus størsta partin av seinna hálvleiki. Tí blivu mong fríspørk gjørd og dysturin kom av tí sama ongantíð upp í ferð vegna mongu steðgirnir.
Við sigrinum fór B68 framum KÍ á stigatalvuni í 1.deild. NSÍ er eftir 6-0 sigur á ÍF framvegis einsamalt oddalið í 1.deild.




