B71 sett íslendskan venjara.
B71 skrivar soleiðis: Tá vit í summar stóðu uttan nakran høvuðsungdómsvenjara, fingu vit samband við ein fryntligan og vandan venjara úr Íslandi. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa avtalu í lag við mannin á hesum sinni, men í vetur gekk tað so.
Heiðar Birnir Torleifsson er 39 ára gamal og hevur nógvar royndir í íslendskum feløgum, sosum Valur, Dalvik, Þróttur og KR. Tey síðstu nógvu árini hevur hann tó fingist við at ferðast runt og vant ungar evnaríkar leikarar, sum íslendska Coerver umboði. Coerver er ein væl virdur máti at venja fótbólt, ið vit gleða okkum at síggja dømir uppá komandi kappingarár í Sandoynni.


