Leygarkvøldið í Torravikuni varð skipað fyri einum Flemish Kap kvøldi í Varpinum, har m.a saltfiskur ella Bacalao, sum toskur eitur á sponskum, var tema.
Hetta var eitt afturlítandi kvøld, har søgur vórðu sagdar søgur frá Flemmish Kap í 1970-unum og annars hugleiðingar um gamlar dagar á hesum fjarlagdu leiðum.
Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og greiddi frá, at hann hevði verið við Pison á Flemmish Kap sum ungur í. Hann var við har í 1½ ár og gjørdi tríggjar trýggjar túrar á Flemmish Kap, umframt á Bankanum og aðra staðni.
Gutti við grýturnar
Gutti Winther beyð eina betri Flemish Kap-máltíð. Fyrst fiskabitar saman við royktum Makreli, sum sum Louis Poulsen hevði roykt – rávøran var frá Christian í Grótinum.
Síðani fingu vit eitt væl útvatnað saltfiskastykki, sum hevði ligið til avvatningar í 5½ dag, eftir sponskum forskriftum. Her var talan um rávøru frá Hanus Hansen av Kósini, ið varð viðgjørd við íblástri frá Miðjarðarhavinum, sum til høvið varð kallað Bacalao del Tomatos við føroyskari basilikum – hetta eftir eini spanskari kókibók við nógvari góðari bót. Tað sigst at tað finnast um 1400 uppskriftir í Spania uppá Bacalao.
Tað var sungið nógv við undirspæli av Hans Hjalta Skaale og Hórandi Joensen.
Eisini vóru framløgur um ferðir á Flemmish Kap. M.a. um tá ið Palli hjá Mariannu kom yvir á Flemmish Kap í 1977 við Borðoyarnes og eingin kvota var. Hann ringir heim til Petur Reinert, sum tá var landsstýrismaður í Fiskivinnumálum og boðar honum frá, at hann er komin til Flemmish Kap, men sleppur ikki at fiska.
Tó leggur Palli afturat, eg komi ikki heimaftur, tí geri eg tað, so verði eg tikin av bankanum. Verði eg liggjandi her, so verði eg helst tikin av kanadisku sjóverjuni. Endin gjørdist, at Palli fekk høvið til at samráðast við kanadisku myndugleikarnar, har teir góvu honum møguleika at peika sær eitt øki at fiska á.
Palli lat sær ikki siga, hann kendi fiskileiðirnar har væl og pekaði sær eitt gott øki út, sum hann slapp at fiska á. Teir fyltu Borðoyarnes, gjørdu ein góðan túr og bjargaðu bátinum.
Gunnar Nolsøe hevði eitt afturlítandi tónleika-søgubrot við góðum tónleiki frá gomlu Flemmish Kap-tíðini – hetta í samrøðu við Petur Rouch. Hetta var tónleikur, sum manningarnar oftani keyptu, tá ið teir vóru inni har yviri.
Nógvar søgur
Fleiri tóku orðið og høvdu góðar og skemtiligar søgur at siga frá, teirra millum Jóan Petur Klein, sum var skipari nógv ár, Kjartan Kjartansson, Erling Petersen, Alexandur Joensen, Heri Olsen, Klæmint Hansen, Leon Sólheyg og Karl Jacob Ósá og Sigmar Høgnesen. Allir góðir frásøgumenn.
Leon greiddi frá, at einaferð hann er uppi á brúgvatakinum fyri at hanga sær nakrar greipur upp, setur kokkurin eina stóra grýtu av budingi at køla uppi á bátadekkinum. Tá ið Leon kemur niðuraftur, stígur hann í grýtuna av óvart, tí hann visti ikki av henni. Hann ger ikki vandari enn at spula sær stylvarnar, og fer so niður aftur uttan at siga eitt orð um budingin. Ikki veit eg, segði Leon, budingurin bleiv allur etin – allir menn glaðir, og eingin fekk ilt í búkin.
Fríðhild Winther úr Skopin hevði mannin siglandi leingi á Flemmish Kap og bar hon eina heilsan um hvussu tað var at hava siglandi mann við so longum túrum. Eisini segði hon onkra skemtiliga søgu.
Hallur Joensen var eisini á skýggjanum og bjóðaði til Spania á “Saltfiskaferð” í oktober, sum Sólorka skipar fyri.
Tað varð eisini greitt frá verkætlanini á Tekniska skúla, har ungdómurin í frálæruni rættiliga hevur tikið saltfiskin til sín, og um at teir eru við í eini Norðurlendskari matkapping, har teir ætla at nýta saltfiskin í eini annarleiðis og nýggjari útgávu í Norðurlendska køkinum. Væl kann verða, at saltfiskurin vinnur sær hevd á okkara leiðum á henda hátt.
Eitt hugnaligt kvøld i hesum fantastiska høli og húsi við góðum tónleiki, mati og práti, har fleiri ikki høvdu sæst í langa tíð – onkur teirra í 40 ár. Teir vóru skjótt á bygljulongd og høvdu nógv gott og skemtiligt at minnast afturá.

































