Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Badminton vann silvur í liðkappingini

Johnny í Grótinum

Tíverri eydnaðist tað ikki badmintonlandsliðnum at endurvinna gullið í finaluni týskvøldið

 

Hóast Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen stríddist sum brandar, blivu tað grønlendsku harrarnir, sum avgjørdu finaluna í liðkappingini í fimta og avgerandi dystinum, sum sostatt endaði 3-2. Føroyar vunnu mix og kvinnudouble, men taptu finalurnar í single hjá bæði kvinnum og monnum.

Næstu dagarnar fara føroysku leikararnir at luttaka sum einstaklingar í mix, double og single.

Finalurnar verða fríggjadagin, tá tað verður greitt, hvussu nógv og hvørji heiðursmerkir tey 10 í badmintonhópinum koma heim aftur við.