Jákup Anthoniussen er sannførdur um, at møguleikarnir fyri at menna seg innan badminton verða munandi betri við nýggju høllini.
Hósdagin í síðstu viku var byggisáttmáli undirskrivaður millum Norðhús og Klaksvíkar Badmintonfelag, ið stendur fyri verkætlanini.
Tað vóru teir báðir Jákup Anthoniussen, fyri Klaksvíkar Badmintonfelag og Karl Josephsen fyri Norðhús, sum undirskrivaðu sáttmálan.
Eftir ætlan verður tann nýggja badmintonhøllin, ið stendur beint sunnanfyri KÍ-høllina, klár at taka í nýtslu um eitt ár. Høllin verður 53 metrar long og 36 metrar breið. Sjálvur leikvøllurin er 800 (20 x 40) fermetrar, og sjálv høllin er 1900 fermetrar. Kostnaðurin fyri nýggju høllina verður umleið 15 milliónir kr.
Klárt byggja
Tað hevur verið ein langur og strævin vegur at gingið fyri at fáa teir fíggjarligu karmar uppá pláss. Hetta er m.a. ein av orsøkunum til at verkætlanin hevur drigið so langt út, sum hon hevur gjørt, sigur Jákup Anthoniussen.
– Langt um leingi eru vit nú komnir hartil, at vit kunnu fara í gongd við at byggja høllina. Tey fíggjarligu viðurskiftini eru um at verða í lagi. Leigu sáttmálin við Klaksvíkar kommunu um lendið undir høllini er fingin í lag. Byggiloyvið er somuleiðis uppá pláss og Norðoyar Sparikassi fíggjar høllina.
– Vit hava søkt bæði skip, virkir og stovnar eins og fyritøkur, um at stuðla verkætlanini. Sum teimum flestu kunnugt, so er alt komið upp undir land, og verður nú farið undir at byggja høllina.
-Fyri at kunna brúka høllina so bíliga sum møguligt, er neyðugt at allir norðoyingar taka seg saman og geva hvør í sínum lagið eitt íkast til høllina. Hetta gera tygum best við at seta pening á konto hjá Klaksvíkar Badmintonhøll í Norðoya Sparikassa.
Fýra feløg
Høllin er fyrst og fremst ætlað til feløgini í Klaksvík, ið ikki hava haft tak yvir høvdið áður. Her tosa vit um KBF, Mjølnir, Treysti og Klaksvíkar Fimleikafelag, sum hvør í sínum lagi hava sett nógvan pening í høllina.
-Tann nýggja høllin gevur hesum feløgunum nógv betur umstøður, í mun til tær ið tey hava við núverandi fimleikahøllum. So sum: ein hondbóltsvøll, fimm badmintonbanar, tríggjar banar til flogbólt og eisini vøll til fimleik. Eisini verða umstøðunar hjá Treysti munandi betri.
Klaksvíkar Badmintonhøll kemur at lúka øll tey krøv, sum ein nýmótans ítróttarhøll skal lúka.
Hesi fýra feløgini, ið nú skjótt fáa eina nýggja høll at virka í, hava umleið 500-600 limir.
Hølistrupulleikarnir hava verið rættiliga stórur, tá vit hava hetta høga talið í huganum. Tað er eyðsæð, at ringt hevur verið at fáa nóg nógv pláss til hesi mongu fólkini, tá haft verður í huga, at filmleikahøllirnar bert hava verið tøkar eftir skúlatíð og um vikuskiftini.
Fimm badmintonbanar
Sum umstøðurnar hava verið nú í nógv ár, so hevur badmintonfelagið bert haft tveir banar til tey mongu badmintonspælararnar. Sostatt hava spælararnir mangan verið umleið tíggju spælarar um ein bana. Hetta hevur als ikki verið nøktandi, serliga um vit hugsa um at menna góðar og evnaríkar spælara. Hesin hølistrupulleikin hevur sjálvandi ikki bert verið hjá Klaksvíkar Badmintonfelag, men eisini hjá fimleikafelagnum og hjá Mjølni. Møguleikin hjá hesum feløgum at fáa tímar í KÍ-høllini hevur als ikki verið til staðar.
– Við hesari nýggju høllini verða allir hesir trupulleikarnir loystir. Eitt nú verður tað hjá KBF munandi betri umstøður hjá okkara leikarum; eitt nú kunnu 20 leikarar venja samstundis uttan nakrar trupulleikar. Tá hava teir ein hálvan vøll í part, og verður hetta mett at verða sera gott.
– Fimleikahøllirnar eru alt ov lágar til at spæla badminton og flogbólt í. Við tað at hæddin á tí nýggju høllini er um 12 metrar, verða eisini hesir trupulleikar loystir.
Aðrir hentleikar?
Ein nýtímans ítróttarhøll hevur eisini aðrar hentleikar. Soleiðis verður eisini í nýggju badmintonhøllini, sum verður bygd sunnan fyri KÍ-høllina. Eitt nú verða eitt skiftingarrúm til konufólk og eitt til mannfólk, við átta brúsum í hvørjum rúmi. Trý toilett verða knýtt at hvørjum skiftingarrúmið. Handikapp toilett, eins og tað eisini er tikin hædd fyri einum elevator til tey handikappaðu ger, at tey líka væl sum onnur kunnu brúka høllina.
– Høllin er soleiðis uppbygd, at hon er seks metrar høg úti við síðurnar og áleið 12 metrar uppá mønina. Úti í aðrari síðuni, uppi yvir skiftinarrúmunum er enn ein hædd, sum tey fýra feløgini, Klaksvíkar Badmintonfelag, Mjølnir, Treysti og NFÍ hava hvør sína skrivstovu. Eisini uppi á hesari ovaru hæddini veður ein nýmótans café, har tey sum nýta høllini kunnu keypa sær okkurt leskandi. Harumframt kunnu vitjandi sjálvandi eisini fáa sær ein kaffimunn ímeðan tey hyggja eftir ítrótti, sum gongur fyri seg niðri á sjálvum vøllinum. Frammanfyri skrivsovurnar og cafeteria er ein long balkong, har fólk kunnu sita við borð og nýta útsýnið omanyvir banan. Fram við sjálvan vøllin eru eisini fimm áskoðara beinkir á hvørjari síðu, eins og vit kenna tað frá øðrum høllum. Á hesum beinkjum kunnu umleið 800 áskoðarar sita.
Jákup Anthoniussen ætlar eisini at tað skal verða møguleiki fyri einum stórskýggja í høllini, sum kann nýtast til stórar ítróttar hendingar, eitt nú Champions Leauge, HM og EM dystir. Eitt sum eisini vigar tungt hjá honum, er at í øðrum endanum á høllini skal verða ein stór talva, har nøvnini á teimum, ið hava stuðlað høllini, verða skrivað, teimum til stóra æru.
Spennandi ítróttardepil
Nakað hevur verið tosað um samstarv millum KÍ-høllina, svimjihøllina og Badmintonhøllina. Hesum er Jákup Anthoniussen sera opin fyri.
– Vit eru rættiliga opnir yvir fyri øllum teimum møguleikum, sum kunnu standast av einum samstarvið millum KÍ-høllina, badmintonhøllina og svimjihøllina. Vit síggja alt økið, sum ein stóran ítróttardepil, og eru sera fegnir at fáa í lag samstarv, sum kann verða við til at menna allan ítrótt í norðuroyggjum.
– Eg ímyndi mær, at ítróttardeplin kemur at skapa ein veldigan trivnað í norðuroyggjum, og samstundis at lyfta ítróttarliga støðið á eitt nógv hægri stig enn tað er í dag.
Stuðul:
Um virkir, stovnar ella einstaklingar hava hug at stuðla Klaksvíkar Badmintonhøll, so er møguleiki at seta pening á konto í Norðoya Sparikassa.
Kontonr.: 9865 – 7060984
Eisini er møguleiki at stuðla høllini við lýsingarskeltum í høllini.




