Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bakkafrost hevur (havt) avbjóðingar í Skotlandi

Jóhann Lützen

… men tað er farið at síggja betri út. Bakkafrost skrivar millum annað í síni frágreiðing, at sjógvalingin í Skotlandi hevði lívfrøðiligar avbjóðingar í seinna hálvári 2023, tá ið sjógvurin var heitastur og lívfrøðiligu váðarnir størstir. Pinku-hvalspýggj gera eisini ónáðir fyri skotskar alifyritøkur eins og fyri Bakkafrost.

Men sum nevnt í aðrari grein her í blaðnum, so er lívfrøðiliga gongdin hjá Bakkafrosti tó batnað munandi síðani miðjan september 2023, og fellið er somuleiðis minkað munandi. Sagt verður frá, at øktu førleikarnir at viðgera við feskvatni sum heild hava minkað um avleiðingarnar á toknuheilsuna hjá fiskinum, sum álop av pinkuhvalspýggjum annars føra við sær. Somuleiðis eru lúsatølini vorðin sera lág av hesi feskvatnsviðgerðini.

Av tí at lívfrøðin er batnað so mikið síðani miðjan septembur, hevur Bakkafrost gjørt av at minka tøkuna í Skotlandi til umleið 1.000 tons i fjórða ársfjórðingi. Fiskurin verður í staðin tikin nú í fyrsta ársfjórðingi í 2024, tá ið meira fæst fyri fiskin, tí hann er vorðin størri.

Fyri at minka um lívfrøðiligu váðarnar í sjógvalingini í Skotlandi, hevur Bakkafrost endurskoðað strategiina fyri sjógvalingina komandi árini. Fyritøkan hevur gjørt eina nágreiniliga váðameting av øllum aliøkjum, og váðin fyri at ala á einstøku aliøkjunum er mettur í mun til, hvør laksastamma verður nýtt, hvør smoltstøð hevur framleitt smoltini, smoltstødd og nær á árinum tað er ráðiligt at seta út í økinum.

Niðurstøðan av øllum hesum er, at Bakkafrost fer at leggja enn størri dent á at brúka egin framleidd hágóðsku stór-smolt, í fyrsta umfari frá Applecross-smoltstøðini. Avleiðingin fyri 2024 verður, at nærum øll sjósett smolt verða latin frá Applecross. Ein onnur avleiðing er, at smolt ikki verða sett út aftur á summi aliøkir, fyrr enn váðin er minkaður, við at tað verða útsett størri hágóðsku smolt. Bakkafrost miðar eftir, at umleið 70% av samlaðu tøkuni í 2024 verður í fyrra hálvári.