Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bakkafrost hevur keypt skotskan alirisa fyri næstan hálva fimtu milliard krónir

John William Joensen

Bakkafrost hevur í dag keypt eitt av allarstørstu feløgunum í Skotlandi fyri góðar 4,4 mia. krónir, skriva norskir miðlar

Bakkafrost keypir í fyrstu atløgu 68,6 prosent av partabrøvunum í skotska felagnum “The Scottich Salmon Comapanu Plc” frá ukrainska felagnum “Northern Link Ltd”. Felagið er næst størsi laksaalari í Skottlandi.

Tann ukrainski milliarderurin, Jurij Leopatinskij, eigur ”Northern Link”.

Bakkafrost rindar næstan tríggjar milliardir føroyskar/danskar krónur fyri partabrøvini og tilsamans verður felagið virðissett til 4,35 milliardir Dkrónir.

Uppkeypið skal partvíst fíggjast við at útskriva fleiri partabrøv sum verða kunngjørt í einum boðum á børsinum í dag,

Sum skilst er áhugin millum íleggjarar fyri Bakkafrost so stórir at neyðugt verður ikki at fíggja keypi við lántøku. Við at geva íleggjarum møguleika tekna nýggj partabrøv verður ognarskapur hjá verandi ognarum at minka uttan so at teir eisini keypa fleiri partabrøv í felaganum. 

Slóðin niðanfyri vísir til tað sum Oslo Børs skrivar um søguliga keypi:

LES meira her