Sum skeltið hjá býargartnaranum sigur, ið stendur uppi við Tekniska Skúla, so er bakkin úr Hellisenda og vestur ímóti neystunum við Mækjuvík heilt einastandandi í jarfrøðis høpi.
Her síggjast tað ið nevnt verður fyrra ístíðin, lítla ístíðin ella miðístíðin og seinasta ístíðin og fláðirnar inn ímillum. Hetta tilfarið liggur atgongiligt til granskingar, og verður dúgliga vitjað av jarðfrøðini. Sagt verður, at serfrøðingar uttan úr heimi vitja hendanvegin, fyri at síggja fyribrigtið her, har tú kanst nema við og granska tilfar, ið er fleiri ferðir 1000 ára gamalt.
Tað, eg vil við hesum er, at eg havi hug at kasta ein bólt upp í luftina til okkara myndugleikar um, um tað ikki hevði verið eitt hugskot at gjørt eitt vegaskapilsi, ella í hvussu er at gjørt bakkan eitt sindur meira atkomuligan fyri vitjandi og okkum sjálvi.
Tað, sum eisini eigur at vera tikið við er, at vit í hesum døgum royna at fáa Borðoyarvík til eina rætta hvalvág. Seinasta grindin hevur prógva, at tað ber til við hvørt, at drepa grind við Borðoyarvík. Hinvegin er sera óhøgligt í fjøruni har frá Hellisenda og yvir í Mækjuvík.






