Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bankainnrás í Klaksvík

John William Joensen

Týsdagin 15. november var merkisdagur í Klaksvík, – skrivaði Norðlýsið tá læknastríið var upp á tað harðasta – Tveir bankar opna sama dag.

Føroya Banki í Klaksvík kann týsdagin 15. november halda 50 ára stovningardag fyri deildini í Klaksvík.
Hendan dagin lat, umframt Føroya Banki, eisini Sjóvinnubankin deild upp í Klaksvík undir navninum Norðoya Banki.
Tað er Rasmus Olsen úr Svínoy, sum verður fyrsti fyristøðumaður í Norðoya banka, ímeðan stjórin á Føroya Banka er Pauli Gaard Hansen.
Sjóvinnubankin hevur tá leingið ætlað at sett á stovn deild í Klaksvík og byrjaði at byggja bankahús longu beint aftaná kríggið.
Norðlýsið skrivar í 1955: "Sum kunnugt bygdi sjóvinnubankin beint aftaná kríggið stór bankahús í Klaksvík, men áðrenn tey vórðu liðug, kom krakkið og harvið steðgurin í her norðuri, men nú eru viðurskiftini broytt so mikið, at bankin hevur fullgjørt húsini og stovnað ta ætlaðu deildina.
Tað hevur leingi verið tørvur á at havt banka í hesi stóru vinnubygdini, og er tað ein góður lætti og eitt framstig fyri vinnulívsmenn í bygdini, at teir hava banka við hondina og sleppa undan at fara til Havnar, hvørja ferð tað er neyðugt at samráðast við bankarnar".

Kapping
Tað er onki at ivast í, at tað at Sjóvinnubankin tekur bygning sín í nýtslu, sama dag, sum Føroya Banki letur upp í kjallaranum hjá Sámal Thorsteinsson, sála í Víkunum, kemst av at bankarnir kappast.
Men Føroya banki er ikki so leingi í húsunum hjá Sámali, tí bankavirksemið vindur uppá seg og skjótt gerst ov trongligt har. Úrslitið var at bankin 1. september í 1964 flytir heim á Fornagarðar í nýggjan bygning, sum meira og minni er bygdur júst á økinum har barakkirnar hjá eingilskmonnunum stóðu undir krígnum og fram til tá Føroyabanki bygdi á økið.

Rentubroytingar
Vit kunnu her til stuttleika nema við eina grein, sum stendur í Norðlýsinum 14. november í 1980, tá blaðið hevði eina viðtalu við Jóannes Poulsen, ið tá var leiðari í Føroya banka í Klaksvík og kundi halda 25 ára dagin: "Góða rentu – Sjálvir halda vit, at rentan, ið bankin gevur fyri innistandandi pening upp á 12 mánaðar uppsøgn, er góð. Henda renta liggur ídag uppi á 11½% p.a. og samstundis kann nevnast at løgtingslógin um uppsparing til sethúsabygging frá 24/10-78, gevur møguleika fyri einum rentuískoyti upp á 1½ % p.a. yvir hægstu innlánsrentu. Normalrentan hjá okkum fyri útlán og kassakredittir eru ávikavist 14 og 14½%, tá provisión er viðroknað. Hertil kemur so stovningarprovisión upp á ½ til 3% alt eftir hvussu long lánitíðin er".
Ja, hetta vóru aðrar rentutíðir, men soleiðis skifta umstøður.

Bankarnir báðir
Hvussu tað hevur gingist bankunum við kappingini skal ikki komast inn á her. Men neyvan man tað hava verið heppið fyri Norðoya Banka tá, at politistarnir, sum vóru her undir læknastríðnum búðu á ovastu hædd í bankanum.
Hinvegin kann ikki sigast um teir báðar svínoyingarnar, sum róku bankan, at teir hildu við dønum. Í dagbókini skriva teir:
Aftaná 15. november, dagin ígjár, kanska ein tann myrkasti í Klaksvíkar bygd – Tá kl. var um 5 tíðina, frættist um dómin yvir klaksvíkskingar.
Sagt var okkum frá á Hotellinum, tá vit komu til nátturða, at meðan politistarnir eini 15 í tali, ótu um 6-7 tíðina, kom boð til hotellið til politistarnar, at teir skuldu rykkja út beinanvegin.
Beint aftaná frættist, at Ficher var handtikin. Kl. gott 11 gekk ljósið út, og Klaksvíkin lá tá upplýst av ljóskastaranum av Holgar Danska. Um 12 tíðina fór "Thorshavn" av stað við fischer. Vit sum vóru á Hotellinum fóru út at hyggja yvirum vánna. Vit hómaðu fólkamongdina á kajini, og ikki kann annað sigast enn at rópini og gangurin frá kajini vóru hættislig. Tað var ein døpur og óhugnalig sjón at síggja Thorshavn fara út eftir vánni, meðan Klaksvík lá í myrkri og bert upplýst av ljóskastaranum á Holgar Danska.
Mín áskoðan á tað fólk, sum var á Hotellinum hetta kvøld var tann, at øll uttan undantak vóru hørm, fyri ikki at siga uppøst yvir at Fischer var fongslaður. Sagt var okkum, at tá salatfati fór eftir Ficher, vóru eini 30 fólk stødd uttanfyri heim hansara, konufólkini grótu. 3 politistar fóru inn at heinta hann, mjeðan ca 20 stóðu uttanfyri, allir við revolvara, klárir til at nýta teir um á stóð.