Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Barnamøtir í Betesda um vikuskiftið

Jóhann Lützen

Í Betesda, Klaksvík, hava tey gjørt nógv burturúr við at hugna um og pynta, nú barnamøtir verða fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin við spølum, klovnum, kappingum, sangi, søgu og annað spennandi fyri børnini. Eisini fáa vit okkurt lekkurt at eta allar dagarnar.

Fyrsta barnamøtið verður fríggjadagin, har nátturða fyri bæði børn og vaksin er kl. 17, og so byrjar barnamøtið kl. 18.

Hildið verður fram leygardagin við drekkamunni til øll kl. 17, og so er barnamøti kl. 18.

Sunnudagin byrjar morgunmøtið kl. 11 við, at sungið verður saman við børnunum fyrstu 20 min., áðrenn tey fara í barnaansing. Kl. 12:30 byrjar barnamøtið, sum endar Kl. 13:30, tá ið frokostur verður fyri øll.

 

Skráin er í stuttum henda:

 

Fríggjadagin 2. september

Kl. 17:00 Nátturði fyri bæði børn og vaksin

Kl. 18:00 Barnamøti

 

Leygardagin 3. september

Kl. 17:00 Drekkamuður fyri bæði børn og vaksin

Kl. 18:00 Barnamøti

 

Sunnudagin 4. september

Kl. 11:00 Morgunmøti – børnini eru við til felagssang fyrstu 20. min.

Kl. 11:20 Barnaansing

Kl. 12:30 Barnamøti/samkomumøti

Kl. 13:30 Frokostur til øll

 

Bíbilska evnið fyri barnamøtini er Lukas, kap. 15, har vit hoyra søgurnar um hirðmannin og hin mista seyðin, um pápan og hin burturvilsta sonin og um kvinnuna og hina mistu drakmuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung og vaksin – og bjóðið endiliga øðrum við