Í dag, tann 20. november 2014 verður sáttmáli Sameindu Tjóða um rættindi barnanna 25 ár. Løgtingið hátíðarheldur dagin við einum aðalorðaskifti um barnarættindi í Føroyum.
Í dag, tann 20. november 2014 verður sáttmáli Sameindu Tjóða um rættindi barnanna 25 ár. Løgtingið hátíðarheldur dagin við einum aðalorðaskifti um barnarættindi í Føroyum.
Føroyar tóku í 1992 undir við Barnarættindasáttmálanum, og eru rættindi barnanna í føroyska samfelagnum munandi styrkt seinnu árini.
Barnarættindasáttmálin er ein týðandi varði í viðurkenningini av, at børn eru einstaklingar við sjálvstøðugum rættindum. Barnarættindasáttmálin tekur støði í, at barndómurin hevur eitt virði í sær sjálvum, og at børn hava tørv á serligari verju.
Grundarlagið undir aðalorðaskiftinum á Løgtingi er ein støðulýsing av tí, ið er framt á barnarættindaøkinum síðan Føroyar vóru til hoyring í ST í 2011, og av teimum avbjóðingum, ið liggja fyri framman.
Endamálið við orðaskiftinum er at fáa skapt eina felags fatan á Løgtingi av nøkrum av teimum avbjóðingum, ið eru nevndar í støðulýsingini, umframt at viðgera, hvussu politiska skipanin kann taka við hesum avbjóðingum. Aðalorðaskiftið byrjar kl. 11.00.




