Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnatannrøktin í summarfrítíðini

klaksvik.fo

Barnatannrøktin er farin í summarfrí, men fleiri vaktardagar eru ásettir til bráðfeingis tannlæknahjálp.

Er tørvur á bráðfeingis tannlæknahjálp, meðan barnatannrøktin er í summarfrí, ber til at ringja til Miðlan og bíleggja tíð.

Tannlæknahjálp verður veitt í fleiri umførum:

fríggjadagin 3. juli
fríggjadagin 10. juli
fríggjadagin 17. juli
hósdagin  30. juli
hósdagin 6. august
Neyðugt er at bíleggja tíð í seinasta lag ein dag frammanundan.

Miðlan hevur tlf. 410000. Opið er hvønn gerandisdag kl. 10-16.