Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnlek í Klaksvík 6.-9. juli

Rasmus Joensen

Hósdagin 6. juli kl. 16.00 verður norðurlendska barnadansistevnan Barnlek sett í Klaksvík. Setanin er ókeypis almennt tiltak og verður á vøllinum í Djúpumýru. Til setanina verður høvi at síggja uml. 600 børn og ung úr øllum Norðanlondum í vøkrum tjóarbúna vísa fólkadansir fram. Formaðurin í Sláið Ring Rasmus Joensen bjóðar vælkomin og Jógvan Skorðheim borgarstjóri setir stevnuna

Barnlek er norðurlendsk fólkadansistevna fyri børn, sum hevur verður hildin triðja hvørt ár í síðani 1982.

Fyrstu ferð var stevnan hildin í Falun í Svøríki. Í 2011 var stevnan í Skive í Danmark, í 2014 í Reykjavík í Íslandi. Hetta er fyrstuferð, at ein slík stevna verður hildin í Føroyum. Tað er nýskapandi fyri Sláið Ring og Klaksvíkar Dansifelag at skipa fyri slíkari stevnu.

Á stevnuni koma luttakararnir at kunna seg um siðbundna norðurlendska mentanararvin í dansi og tónleiki. Skipað verður fyri skeiði í samdansum, har luttakararnir verða lærdir at dansa teir ymsu norðurlendsku dansirnar. Luttakararnir fáa høvi at læra um føroyskan dans og kvøðing og eisini at royna hetta á gólvi. Kunnað verður um elligamla dansin og dentur verður lagdur á, at hetta verður gjørt barnavinarligt. Øll skulu fáa høvið at vera við at uppliva okkara serstaka mentanararv, sum ikki finst aðrastaðni enn í Føroyum.

Fyrrapartar vera verkstovur við ymsum innihaldi, umframt útferðir, so gestirnir saman við okkara luttakarum kunnu nema sær nakað av kunnleika til føroyska náttúru og føroyska mentan. Vinarbond verða knýtt um landamørk, og hetta er við til at stuðla og menna sambandið landanna millum. Seinnapartar verða dansisýningar í býnum, har dansararnir úr teimum ymsu londunum vísa sínar dansir.

Aftan á nátturða hvørt kvøld er dansur og spæl á skránni. Hvørt av londunum hevur ein tíma at undirvísa og dansa í. Kvøldið endar við felagsdansi.