Teir báður Magnus Thor hafsteinsson og Gísli Gíslason vóru í Klaksvík í gjár og hugdu eftir Barsskor, saman við skipaeftirlitismanni úr Íslandi.
Barsskor er partur av søguni hjá Akranesi, sigur Magnus Thor Hafsteinsson, og tí hava vit ætlanir um at skipið skal aftur til Akranesar at sigla sum museumsskip, helst við ferðafólki.
Barsskor er bygdur á Akranesi í 1923 og var brúktur sum útróðrarbátur, men í 1947 var hann seldur til Klaksvíkar. Hetta er eitt av teim fyrstu dekksskipunum, sum blivu bygd á Akranesi og er tað einasta sum enn flýtur.
Men, sigur Magnus Thor, vit hava rent okkum í trupulleikar, við tað at skipið er í so ringum standi, at tað verður rátt okkum frá at sigla Barsskor um havið til Íslands. Tí fara vit nú at kanna møguleikarnar fyri at fáa hann umborð á eitt farmaskip og fluttan til Íslands.
Tað er býarstýrið á Akranesi, ið skal taka hesa avgerðin og tí mugu vit bíða eftir tí.
Vit ætla ikki at endurtaka sorgarleikin við Sigurðfaranum og tí er ætlanin at gera skipið ístand, soleiðis at tað kann sigla. At seta træskip upp á land hevur ikki víst seg at vera tað rætta, tí tey fúna skjótt.
Nær Barsskor møguliga fer til Íslands liggur tí í óvissuni í skrivandi stund, men stendur tað til teir báðar Magnus og Gísla, so er eingin ivi um at skipið fer til Íslands.




