Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Báta- og Listasavnið í Leirvík letur upp aftur Kristi himmalferðadag

Tíðindaskriv

og verður opið alt summarið

Báta- og Listasavnið í Leirvík, sum varð sett á stovn í ár 2000, og sum hýsir týdningarmiklum parti av bátum, sjóvinnusøgu og listasøgu Leirvíkar, letur upp aftur í morgin, Kristi himmalferðadag, og verður nú opið fastar tíðir alt summarið. Harafturat verður høvi at bíleggja aðrar tíðir. Savnsvitjan við kaffi og heimabakaðum smákøkum kann bíleggjast, eins og savnsvitjan samskipað við eina máltíð á matstovuni í Leirvík.

Savnsbygningurin, sum er gamla turkihúsið hjá Klæminti Eliasen og Elias Eliasen, og sum seinni hýsti reiðaravirkseminum hjá Osmundi Justinussen, stendur niðri við havnalagið í Leirvík og er karmur um væl útgjørda, áhugaverda og hugnaliga bátasavnið á miðhæddini og listasavnið á ovastu hædd.

Hin 12.februar í ár, læt upp forkunnug serframsýning við einum hópi av málningum eftir Jóannis Kristiansen – 100 ára førðingardag Leirvíksmálarans. Hendan 100- ára framsýning hongur alt summarið eins og fasta framsýningin við m.a. Sámali Toftanes og øðrum listafólkum úr Leirvík.

 

Savnið er opið soleiðis:

Týsdagar                                                   kl.14-16

Hósdagar                                                  kl.14-16

 

Atgongugjaldið er 50 kr.

 

Eftir avtalu verður latið upp aðrar tíðir, og ringjast kann til 730020 og 213178.

 

Savnsvitjan við kaffi og heimabakaðum smákøkum (75 kr. fyri hvønn) – bíleggið 1 dag frammanundan.

Savnsvitjan samskipað við eina máltíð frá matstovuni í bygdini (spyrjið um prísir!) – bíleggið 3 dagar frammanundan.

Sí annars sending hjá Kringvarpi Føroya um Báta- og Listasavnið og um 100–ára framsýningina, hin 23/3 2018: http://kvf.fo/sending/lyst?sid=79002

 

Nevndin